Umhvørvisstovan hevur meldað herverk á marknamerki
Herfyri var herverk gjørt á marknasteinar og marknapelar i haganum í Froðba. So umfatandi herverk á marknamerki er eindømi, og Umhvørvisstovan hevur nú meldað málið til løgregluna
Eitt útskiftingarmál uttangarðs í Froðba hevur í eitt longri áramál verið eitt stríðsmál í bygdini. Útskiftingarmálið er sum vanligt endað við úrskurði hjá yvirútskiftingarnevndini. Men ósemjan í Froðba er sum tann fyrsta í nýggjari tíð endað í hægstarætti.. Henda viðgerðin hevur nú vart í hálvtannað ár.
Umhvørvisstovan hevur sum matrikulmyndugleiki – og eftir at hava ráðført seg við hægstarætt – staðfest, at galdandi rættarstøða er hon, sum úrskurðurin hjá yvirútskiftingarnevndini kemur til. Tí eru kort og matrikul rættaði samsvarandi, og nýggju hagamarkini sett.
Í vár gjørdist Umhvørvisstovan varig við, at herverk var framt ímóti fleiri av teim nýggju markunum. Ein eftirkanning vísti, at í minsta lagi 10 marknamerki (bæði koparmerki og marknapelar) vóru burturbeind. Tað er eindømi, at so umfatandi herverk er framt á lógliga sett marknamerki. Í Føroyum eru marknamerkini altíð vird, hóast nógvar ósemjur kunnu vera um jørð og jarðarviðurskifti.
Umhvørvisstovan heldur hetta málið vera sera álvarsamt, og hevur tí meldað tað til løgregluna. Revsingin fyri slíkt herverk er hørð; grein 179 í revsilógini ásetur nevniliga ein revsikarm upp til 3 ára fongsul, fyri at gera seg inn á marknamerki.
Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, á tlf 342400 ella umvegis teldupost peturn@us.fo.