Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisstovan fingið viðhald

Mánadagin frídømdi Føroya Rættur Umhvørvisstovuna í einum sakarmáli, sum Vestmanna kommuna hevði lagt ímóti Matrikulstovuni (nú Umhvørvisstovan) og 5 hagapørtum í Kvívík.

Málið snýr seg um eina gamla ósemju millum Vestmanna og Kvívík um, hvar markið gongur millum bygdirnar. Vestmanna kommuna hevur gjøgnum fleiri ár gjørt útfylling út á sjógv, inni á Fjørð. Í 2005 bað kommunan Matrikulstovuna um at frábýta ein eigindóm á 3000 m², sum liggur á útfyllingini.

Matrikulstovan vísti á, at hetta ikki var møguligt uttan frammanundan at seta markið millum markatalsbygdirnar Kvívík og Vestmanna. Markið varð sett, men Vestmanna kommuna var so mikið ónøgd við avgerðina, at kommunan bæði stevndi Matrikulstovuni og markatalsbygdini Kvívík (tvs. 5 høgum í Kvívík).
Mark út á sjógv
Markið millum Kvívík og Vestmanna á landi er áin Heljareyga. Við marknasetingini var dýbdarálin frá Heljareyga førd umleið 700 m út á sjógv. Haðanífrá varð markið sett á eina miðlinju millum bygdirnar. Hetta var fyrsta ferðin, at markið millum markatalsbygdir er sett út á sjógv.
Vestmanna kommuna stevndi Matrikulstovuni við kravi um, at marknasetingin varð ógildað. Kommunan førdi fram, at Matrikulstovan ikki hevði heimild at seta mark á sjónum, og í øðrum lagi, at markið ikki var nóg væl sakliga grundað. Kommunan stevndi samstundis høgunum í Kvívík við sama pástandi.
Umhvørvisstovan onnur sjónarmið
Matrikulstovan bleiv í 2007 ein partur av Umhvørvisstovuni, sum tí gjørdist partur í málinum. Í Føroya Rætti vísti advokatur stovnsins á, at greið heimild er í matrikullógávuni fyri at seta mark millum markatalsbygdir. Hetta er áður gjørt, har markini ganga ígjøgnum vøtn. Í teimum førum hevur miðlinjan ofta verið nýtt. Tá ein á er markið, verður dýpdarálin nýtt, har hetta er møguligt.
Dentur var somuleiðis lagdur á, at ásetingin av markinum millum markatalsbygdirnar ikki er tað sama, sum at áseta mark millum tveir eigindómar. Ein byggisamtykt kann heldur ikki brúkast til at seta mark millum markatalsbygdir, hóast henda er góðkend av Landsstýrinum.
Frídøming
Í niðurstøðu sínari legði Føroya Rættur dent á, at markið millum tvær markatalsbygdir ikki er tað sama sum at seta mark ímillum tveir eigindómar. Harvið er ongin ivi um, at Umhvørvisstovan hevur fulla heimild til at seta hetta markið. Somuleiðis hevði Føroya Rættur onki at finnast at í sambandi við sjálva marknasetanina, sum greitt kundi grundgevast – bæði tekniskt og fyrisitingarligt.
Úrslitið gjørdist tí, at bæði Umhvørvisstovan og teir 5 hagapartarnar í Kvívík vórðu frídømd. Vestmanna kommuna hevur nú 4 vikur til at avgera, um málið skal skjótast inn fyri Eystara Landsrætt.

Nærri fæst at vita við at ringja til Petur Nielsen á Umhvørvisstovuni – tlf 342400 – ella at senda stovninum ein teldupost us@us.fo.