Umhvørviskrøv til gerð av bátahyli í Hvalba
Í sambandi við, at nýggjur Hvalbiartunnil verður gjørdur, ætlar Hvalbiar kommuna at brúka ein part av grótinum til at fylla út fyri bátahyli. Talan er um at fylla eitt grótkast vestur úr kaiini á Hamranesi, umleið 215 metrar. Eisini verður fylt út eystur úr verandi bátahyli á Bíargarði einar 43 metrar. Stórt verjugróti verður útvegað úr vestara brimgarðinum á Hamranesi, úr grótbrotinum við Heygsvatn, og írestandi verjugrót verður skilt úr tunnilsgrótinum. Ætlanin er at fylla umleið 40.000 m3 av gróti á sjógv og vera umleið 8.800 m2 av botni lagdir undir grótfylluna.
Í mai 2018 gjørdi Biofar kanningar av botninum millum havnalagið á Hamranesi og verandi bátahylin í Hvalba. Úrslitið av kanningini vísti, at á økinum vóru plantur og djór, sum øll eru rættiliga vanlig í Føroyum.
Umhvørvisstovan metti, at ætlaða útfyllingin út á sjógv ikki fór at hava munandi ávirkan á náttúru og umhvørvi, og tók tí, sambært § 21, stk. 4 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum avgerð um, at tað ikki er neyðugt við góðkenning sambært § 21, stk. 1 og tilhoyrandi árinsmeting sambært § 21, stk. 2 í lógini.
Hóast Umhvørvisstovan metir, at ikki er neyðugt við árinsmeting, metir Umhvørvisstovan at útlát, serstakliga av plasti, í sambandi við arbeiðið at gera oman fyri nevndu verkætlan, kann hava týðandi árin á umhvørvið.
Út frá hesum metir Umhvørvisstovan, at Hvalbiar kommuna skal hava umhvørvisgóðkenning til at gera útfyllingina, hóast virksemið, sum tað at gera útfylling á sjógv, ikki er nevnt í fylgiskjalinum til umhvørvisverndarlógina. Heimildin at krevja, at virksemi, sum ikki er nevnt í fylgiskjalinum til umhvørvisverndarlógina, skal søkja um umhvørvisgóðkenning, tá ið mett verður, at serligur tøvur á tí, er í § 28 í somu lóg.
Hvalbiar kommuna søkti hin 31. mai 2019 um umhvørvisgóðkenning av arbeiðinum.
Í umhvørvisgóðkenningini setur Umhvørvisstovan treytir til, hvussu arbeiðið skal fara fram og serliga við atliti at mannagongdum til at fyribyrgja, at spreingileidningar enda í náttúruni.
- Góðkenningina finnur tú her
- Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo