Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørviskrøv ísv. útfylling á sjógv á Norðtoftum

Bakkafrost Farming hevur ætlanir um at byggja nýggja smoltstøð á Norðtoftum. Í hesum sambandi skal ein útfylling á sjógv gerast. Talan er um at fylla út vestur úr økinum har smoltstøðin er, einar 220 metrar og upp til 40 metrar út frá verandi sjóvarmála, út á fimm metra dýpi. 
Grótið skal fáast til vega við at spreingja eitt øki inn í lendið oman fyri har útfyllingin skal vera. Haðani fæst umleið 25.000 m3 av gróti í føstum máti. Eisini skal grót fáast til vega við at víðka grótbroti í Depli, her er talan um umleið 32.500 m3 í føstum máti. 
Tilsaman verða upp til 7.500 m2 av botni lagdir undir grótfyllu. Samlaða víddin á økinum verður umleið 14.700 m2.
Í umhvørvisgóðkenningini setur Umhvørvisstovan treytir til, hvussu arbeiðið skal fara fram og serliga við atliti at mannagongdum til at fyribyrgja, at spreingileidningar enda úti í náttúruni.

 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo