Umhvørvisgóðkenningin hjá smoltstøðini á Fútakletti er dagførd
Umhvørvisstovan hevur 15. juli 2022 veitt dagførda umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av smolti á smoltstøðini hjá P/F Luna á Fútakletti. Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðini.
Smoltstøðin er útbygd soleiðis, at hon kann framleiða munandi fleiri og størri smolt. Støðin hevur vatnreinsiskipan, har vatnið verður endurnýtt á sera høgum stigi.
Smoltstøðin leiðir spillivatnið frá rakstrinum umleið 600 m út í Vestmannasund, meira enn ein km norður frá aliøkinum hjá P/F Luna suðuri í Bug. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni.
Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Luna ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.
Eisini eru treytir settar um, at virksemið á smoltstøðini ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.
- Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her
- Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost á us@us.fo