Umhvørvisgóðkenning til útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði
Umhvørvisstovan hevur hin 31. mai 2024 givið P/F Havsbrún umhvørvisgóðkenning til at fylla grót á sjógv í sambandi við útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði.
Ætlanin er at víðka verandi bryggju í Fuglafirði við einum øki upp á uml. 10.000 m2 út frá verandi bryggju.
Til útfyllingina skulu brúkast uml. 230.000 m3 av gróti. Víddin á nýggja økinum verður umleið 10.000 m2. Nýggja økið skal brúkast til tvær størri goymslur og uml. 300 m av nýggjum kaikanti. Grótið til útfyllingina kemur úr frysti- og goymslutunlum, sum Havsbrún og Bergfrost ætla at gera í Fuglafirði, og metir Umhvørvisstovan, at týðandi nøgd av plasti kann vera í grótinum, og at plastið kann flotna upp, tá grótið fer á sjógv.
Plast í havinum er ein týðandi og vaksandi umhvørvistrupulleiki um allan heim, og er tað tí umráðandi at avmarka nøgdina av plasti, sum fer á sjógv, mest møguligt.
Umhvørvisgóðkenningin setur treytir til virksemið, m.a. at serlig tiltøk skulu setast í verk, sum tryggja at plastleivdir ikki fara út í umhvørvið.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, 165 Argir ella til us@us.fo.
Kærur skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. juni 2024.
Les meira um at kæra her.
Leinki til umhvørvisgóðkenningina hjá Sp/f Framherja til at útbyggja havnarlagið Úti á Enni í Fuglafirði: