Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisgóðkenning – aling við Skansabryggju

Umhvørvisstovan hevur umhvørvisgóðkent alivirksemi hjá Bakkafrost við Skansabryggju í Havn, tó einans fram til 1. sept. 2011.

Umhvørvisstovan hevur hin 16. mars 2011 givið P/F Bakkafrost umhvørvisgóðkenning av alivirkseminum við Skansabryggju í Tórshavn.

 

Treytirnar til virksemið eru tær somu, sum eru galdandi fyri alingina, sum P/F Bakkafrost hevur á Gulanum – t.e. fram við Argjalandið.
 

Umhvørvisgóðkenningin av virkseminum við Skansabryggju er tíðaravmarkað til 1. sept. 2011.
 

Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av góðkenningini er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.

 

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 14. apríl 2011.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, umhvørvisviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo