Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisátakið 2010

Í 2010 verða latnar heiðurslønir fyri Best røktu bygdagøtu og Ársins grøna stovn. Harafturat verða givnar heiðurslønir fyri Best røktu bygd og Besta átak.

Aftur í 2010 er høvi hjá kommununum, at luttaka í Umhvørvisátakinum. Átakið var fyrstu ferð í 1997, tá undir navninum Best røkta bygd, og verður sostatt nú á sætta sinni.

Eins og undanfarin ár eru fleiri greinir á skránni, har kommunur og kommunalir stovnar kunnu luttaka. Í 2010 verða latnar heiðurslønir fyri Best røktu bygdagøtu og Ársins grøna stovn. Harafturat verða givnar heiðurslønir fyri Best røktu bygd og Besta átak.

Best røkta bygdagøta 2010
Seinastu árini eru fleiri bygdagøtur fingnar í góðan stand og verða hesar nógv brúktar av bygda- og ferðafólki, serliga summarhálvuna. Fyrireikarnir meta, at bygdagøturnar eru ein týðandi partur av okkara bygdasøgu, samstundis sum ferðafólk, eftir gøtuni, verða leidd trygt ígjøgnum náttúruna, umframt at slitið á náttúruna verður avmarkað. Fyritreytin fyri luttøku í greinini er ein væl hildin og avmerkt bygdagøta.

Ársins grøni stovnur 2010
Hvønn dag verða stórar mongdir av burturkasti, spillivatni og CO2 latnar út frá okkara kommunalu stovnum. Fyrireikarnir hava tí valt, at lata heiðursløn til Ársins grøna stovn í kommununum. Í hesari grein er fyritreytin, at stovnurin ger nakað munagott fyri at minka um útlátið og m.a., við at vísa á tøl fyri orku- og kemikaliinýtslu, umframt skipanir fyri handfaring av burturkasti.

Best røkta bygd 2010 og Besta átak 2010
Heiðurin Best røkta bygd verður í 2010, eins og undanfarin ár, latin tí bygd, sum skarar framúr á umhvørvis- og trivnaðarøkinum. Heiðurin Besta átak verður givið fyri eitt umhvørvisátak, sum er nýskapandi og ein góð fyrimynd fyri onnur.

Kommunurnar melda sjálvar til Umhvørvisátakið 2010 og verða tilmeldingarskjøl send út í tí nýggja árinum.

Tað eru Agenda 21 stovan, VisitFaroeIslands, Umhvørvisstovan og Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelag, ið skipa fyri Umhvørvisátakinum.