Umhvørvisátakið 2008
Afturvendandi kappingin um best røktu bygdina í Føroyum verður nú víðkað og skiftir navn til Umhvørvisátakið.

Tiltakið fevnir nú breiðari og umfatar fleiri viðurskifti í sambandi við umhvørvis- og náttúruvernd. Endamálið við átakinum er, eins og áður, at vekja áhugan og at stimbra einum hugburði við ansi fyri náttúru, umhvørvi og mentanarvirðum. Umhvørvisátakið 2008 er skipað sum kapping, har kommunur og íbúgvar hava møguleika at leggja orku í náttúru- og umhvørvisvernd og í nærumhvørvið sum heild.
Nýggjur leistur
Tiltakið í ár er broytt á tann hátt at fleiri greinar eru komnar afturat greinini “Best røkta bygd” sum nú kappast á jøvnum føti við hinar greinarnar kappast verður í.
Tær tríggjar greinarnar eru:
Best røkta bygd, býur ella býlingur
Best røkta vinnuøki/havnarøki
Sermerkt náttúruøki
Virðislønir verða latnar í øllum trimum greinum til nummar 1, 2 og 3. Harumframt verður virðisløn latin fyri “Besta átak” innan náttúru- og umhvørvisvernd, burðardygga menning í lokalsamfelagnum og/ella burðardygga ferðavinnu.
Luttøka
Allar kommunur í Føroyum kunnu luttaka í átakinum. Eru fleiri bygdir í kommununi, kann kommunan í mesta lagi melda tvær bygdir til. Tær kommunur, sum hava býarheiti, kunnu harafturat tilmelda tveir greitt avmarkaðar býlingar/ býarpartar. Tá kommunurnar melda seg til “Umhvørvisátakið” melda tær seg til allar tríggjar greinarnar. Tó so, kommunur ið ikki hava vinnu- og/ella havnarøki eru vælkomnar at luttaka í hinum greinunum kortini.
Seinasta freist at melda til kappingina er mánadagin 28. apríl 2008. Metingarnevndin fer at vitja økini, ið eru meldað til, í juni 2008 og vinnararnir verða avdúkaðir á almennari samkomu í Müllers Pakkhúsi 26. juni 2008 kl. 16.
Tað eru SamVit, Umhvørvisstovan, Agenda 21 stovan og Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag sum skipa fyri Umhvørvisátakinum 2008.
Til ber at lesa meira um tær ymisku greinarnar og um átakið sum heild á www.samvit.fo.