Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting fyri ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar havn til hoyringar

Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna ætlar at fara undir stóra útbygging av havnarlagnum, hevur Tórshavnar havn mett um, hvørji árin ætlaða útbyggingin kann fáa á náttúru og umhvørvi.

Hendan umhvørvisárinsmeting verður hervið løgd til almenna hoyring, og kunnu myndugleikar, feløg og almenningurin gera viðmerkingar til árinsmetingina.



Í havumhvørvislógini er ásett, at loyvi krevst til verkætlanir á sjónum og fram við strondini, tá munandi ávirkan kann verða á náttúru og umhvørvi. Slíkt loyvi kann bert veitast, um mett er um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi, og Umhvørvisstovan skal góðkenna hesar árinsmetingarnar.



Tey, ið hava viðmerkingar til árinsmetingina, skulu senda tær til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir ella us@us.fo.

Hoyringssvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 29. august 2014.

Umhvørvisárinsmetingin fæst fram við at trýsta her.

Her er ein ikki-tøkniligur samandaráttur

Les meira um umhvørvisárinsmetingar her

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo ella sunip@us.fo