Umhvørvisárinsmeting av vindorkuverkætlan í Neshaga
Elfelagið SEV hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting og nú er hon send til hoyringar

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Elfelagið SEV, sambært § 16 í Elveitingarlógini, hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting fyri vindorkuverkætlan í Neshaga.
Umhvørvisárinsmetingin verður hervið løgd til almenna hoyring. Kommunan, myndugleikar, feløg og viðkomandi almenningur kunnu venda sær til Umhvørvisstovuna ella trýsta her fyri at fáa umhvørvisárinsmetingina.
Hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar í seinasta lagi mikudagin 7. desember skulu sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella á us@us.fo.
Umhvørvisárinsmetingin kann lesast her.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo