Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllum í Porkerishaga

SEV ætlar at seta sjey vindmyllur upp í haganum millum Hov og Porkeri í 100 – 300 metra hædd. Myllurnar eru av slagnum Enercon E-44, og eru 900 kW hvør, og fara at framleiða umleið 20 GWh av grønari orku um árið, ella tað sama sum nýtsluna hjá umleið 4.000 sethúsum.

Myllurnar eru 45 metrar høgar og hava eitt veingjabreiði upp á 44 metrar.

Fyri at fáa loyvi til at framleiða el, skal umsøkjarin lata gera eina umhvørvisárinsmeting, sum skal góðkennast av Umhvørvisstovuni, áðrenn loyvi kann veitast.

Árinsmetingin viðgerð árin á umhvørvi, plantur og djór, umframt at mett verður um skuggakast og óljóð frá vindmyllulundini.

Umhvørvisárinsmetingin er almenn og sæst hon her

 

Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.

Hoyringarfreistin er 15. august 2019. Viðmerkingar skulu sendast til us@us.fo  ella Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-160 Argir.

Almenna lýsingin er her 

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo