Umhvørvisárinsmeting av vindmyllulund í Húsahaga til hoyringar
Í sambandi við ætlanina hjá SEV at seta 13 vindmyllur upp í Husahaga, hevur SEV, sambært § 16 í elveitingarlógini, gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið.
Umhvørvisárinsmetingin verður hervið løgd til almenna hoyring. Kommunan, myndugleikar, feløg og viðkomandi almenningur hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Umhvørvisárinsmetingin fæst við at trýsta her.
Her finnur tú eitt myndasavn við tilgjørdum myndum, sum vísa hvussu vindmyllurnar koma at taka seg út í landslagnum.
Hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juni 2013.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo ella sunip@us.fo