Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Umhvørvisárinsmeting av vindmyllu í Nólsoy

Sp/f Nólsoyar Orkufelag hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting og nú er hon send til hoyringar

Við hesum verður gjørt kunnugt, at Sp/f Nólsoyar orkufelag hevur gjørt eina umhvørvisárinsmeting fyri orkuverkætlan í Nólsoy, hetta sambært § 16 í Løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008. Umhvørvisárinsmetingin verður hervið løgd fyri kommununa og aðrar viðkomandi myndugleikar og almenning til hoyring.

Umhvørvisárinsmetingin fæst við at trýsta her, ella við venda sær til Umhvørvisstovuna.

Hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar í seinasta lagi mikudagin 10. august skulu sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella á us@us.fo.

Myllurnar á myndini eru settar inn. Á lítlu myndini sæst myllan av Flagstongini og á størru myndini sæst myllan úr Krákuni.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo