Umhvørvisárinsmeting av Sundsverkinum
Umhvørvisárinsmeting av nýggum orkuverki hjá SEV á Sundi verður hervið send til hoyringar.
Elfelagið SEV ætlar at byggja nýtt ravmagnsorkuverk í grótbrotinum vestan fyri verandi orkuverk á Sundi. Nýggja verkið skal ætlandi hava fýra motorarar, sum kunnu framleiða 9,2 MW av ravmagni hvør ella 37 MW tilsaman. Verður roknað við, at umleið 40% av motororkuni verður til elorku, verður samlaða motororkan á nýggju støðini umleið 90 MW. Motorarnir skulu ætlandi brenna tungolju við í mesta lagi 1% svávuli umframt gassolju. Harafturat eru teir fyrireikaðir til at kunna brenna flótandi natúrgass.
Skorsteinurin verður 50 metur høgur og skorsteinstoppurin verður 60 metrar yvir miðalvatni. Harafturat fer orkustøðin at hava reinsiskipan á roykútlátinum, sum minkar um innihaldið av nitrogenoxsidum í roykinum. Bygningurin verður gjørdur úr betong fyri at avmarka óljóð. Dentur verður lagdur á at kunna gagnnýta spillhita frá bæði royki og kølivatni.
Í hesum sambandi hevur felagið, sum ásett er í elveitingarlógini, gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann ætlast at fáa á umhvørvið. Umhvørvisárinsmetingin metir um orkutørvin fram til 2030, og viðgerð staðseting, ávirkan á plantu- og djóralív á landi og sjónum, umframt spjaðing av gangi og royki.
Umhvørvisárinsmetingin er almenn og kann síggjast her
Viðkomandi almenningur, áhugafeløg og myndugleikar hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina. Hoyringarfreistin er 4 vikur. Møgulig hoyringarsvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 23. november 2016, og skulu sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.
Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo