Umhvørvið á dagsskránna
Umhvørvisstovan fer í næstum at bjóða til kommunufundir kring landi.
Skrá og endamál
Ætlanin við fundunum er at kunna kommunurnar um umhvørvisøkið. Á fundunum verður farið ígjøgnum lóggávuna á umhvørvisøkinum. Komið verður inn á ábyrgdarbýti millum land og kommunur, og á hvørji mál eru kommunal og hvørji eru landsuppgávur.
Á skránni verður serligur dentur lagdur á kunning um havnaøki og spillivatn. Vit fara eisini at tosa um handfaring av klagum frá borgarum.
Nær og hvar
Fundirnir verða hesar dagar:
– 29. apríl 2009 í Kelduni í Skálavík
– 30. apríl 2009 í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna
– 4. mai 2009 á Seglloftinum á Tvøroyri
– 6. mai 2009 á Restaurant Muntra í Fuglafirði.
Tað er upp til kommununa sjálva á hvørjum fundi/fundum tey luttaka.
Endurtaka succes’ina
Seinast skipað varð fyri kommunufundum var um várið í 2005. Tá tóku kommunurnar sera væl undir við tiltakinum. Tá nýggj kommunustýri vórðu vald í heyst, hildu vit tíðin var komin til at endurtaka succes’ina. Vónandi taka kommunurnar eins væl undir við tiltakinum hesuferð.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.