Umboð fyri NordGen Skog hildið fund í Føroyum.
Í døgunum 19. – 21. august helt “arbeidsgruppen for genressurser” hjá NordGen Skog fund í Føroyum.
Arbeiðsbólkurin hevði ynski um at halda fund í Føroyum fyri soleiðis samstundis at fáa høvið at kunna seg við vakstrarlíkindini her á landi og hvussu tey ymsu sløgini av viðarvøkstri trívast. Tað er júst undir so torførum vakstrarlíkindum, sum m.a. okkara, at ílegufrøðiligi stirðilin í einum ávísum træ- ella runnaslagi fær víst, hvør dugur er í honum.
Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, legði vitjanina í Føroyum til rættis og helt somuleiðis fyrilestur fyri norrønu gestunum um okkara vakstrarlíkindi og hvørji sløg av trøum og runnum, sum kunnu nýtast her á landi. Saman við Tóri í Hoyvík, býargartnara hjá Tórshavnar kommunu, varð skipað fyri kunningarferð, har vitjað varð í gomlum gørðum í Havnini, á Gróðurstøðini í Miðhoydølum og í viðarlundunum í Niðastu Hoydølum og í Gundadali.
Skipað varð eisini fyri einum dagstúri norðanfyri. Vitjað var í gallarínum hjá Ole Jacob Nielsen í Leynum, har gestirnir sóu gitnu listahandverk hansara, ið eru gjørd úr føroyskt vaksnum viði, og har Ole Jacob eisini greiddi teimum frá um eginleikarnar í føroyska viðinum. Støðgað varð stutt á Búnaðarstovuni, har Bjørn Patursson, stjóri, greiddi frá virkseminum og vísti runt, áður enn farið varð til Hvalvíkar, har vitjað varð í Viðarlundini á Tøðuni. Gestirnir sóu eisini Pálmapílin, ið veksur fram við Stórá, og sum er eitt av sjáldsomu dømunum um føroyskan upprunaviðarvøkstur. Gestirnir undraðust á, hvussu tað man bera til, at pálmapílurin á hesum staðnum ikki er týndur burtur, hóast kríatúr hava kunna bitið hann í øldir. Nevnt varð, at talan møguliga kann vera um ílegufrøðiligt frábrigdi við t.d. treystum smakki. Í gjónni í Trogará norðuri í Líknunum sóu gestirnir eisini Barald, ið er einasta umboðið fyri nálatrøini, sum veksur vilt í Føroyum.
Vitjað varð somuleiðis í Viðarlundini á Selatrað, har høvið m.a. varð at síggja, hvussu frálíkur gróðurin er í 2. ættarliði av trøum har á staðnum, og hvussu nógv munabetri hesin er, samanborið við 1. ættarlið av trøum sett í ráa hagajørð. Útferðin endaði í Viðarlundini úti í Grøv í Klaksvík, har gestirnir m.a. fingu sjón fyri søgn um, hvussu væl vitjað viðarlundin er av fólki í øllum aldri.
Tor Myking, granskari við Norsk institutt for skog og landskap, er leiðari fyri NordGen Skog. Hann sigur, at arbeiðsbólkurin er stak væl nøgdur við føroyaferðina, og at NordGen Skog ynskir framtíðar samvinnu við Føroyar, serliga í spurningum um gransking og royndir innan viðarvøkstur til brúk í viðarlundum til frílendisbrúk, til lívdarplanting og til orkuframleiðslu.
Í gjónni í Trogará norðuri í Líknunum var høvi at síggja føroyska umboðið fyri nálatrøini, nevniliga baraldin.
Vilt tú vita meira, so ring til Skógrøktina, Tróndur G. Leivsson, tlf 342430, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.