Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tvey reiðarí bót fyri oljudálking

Sp/f Framherji og P/F Faroe Ship hava fingið bøtur fyri oljudálking. Bæði hava tikið við bótini.

Hin 7. mai 2010 gav Umhvørvisstovan tveimum føroyskum reiðaríum sektaruppskot fyri oljudálking. Sp/f Framherji fekk 66.000 kr. í bót fyri, at trolarin Høgaberg hin 29. mai 2009 hevði latið uml. 4.000 litrar av olju á sjógv við vestaru bryggju í Havn. Hóast eygnavitni høvdu sæð, at olja varð lensað frá Høgabergi, noktaði manningin fyri, at oljan kom frá teimum. Tí vórðu oljusýni tikin bæði av sjónum og umborð á Høgabergi, og send til kanningar. Úrslitið av kanningunum staðfesti, at oljan á sjónum var komin frá Høgabergi.

P/F Faroe Ship fekk 7.500 kr. í bót fyri at uml. 150 litrar av tungolju hin 19. apríl 2010 fóru á sjógv frá farmaskipinum Bliki, sum lá við molan á eystaru bryggju í Havn. Manningin á Bliki boðaði sjálv frá óhappinum. Av tí, at boðað varð frá beinan vegin, kundi sløkkiliðið leggja oljusperringar rundan um skipið áðrenn oljan breiddi seg, og varð dálkingin av óhappinum tí avmarkað.

Bæði reiðaríini hava játtað seg sekan og hava tikið við bótini.

Tað er umráðandi at oljudálkingar verða fráboðaðar til MRCC skjótast gjørligt fyri at avmarka dálkingina. Eisini verða útreiðslurnar at basa dálkingini tá minni.

Sambært havumhvørvislógini verða bøtur fyri oljudálking ásettar eftir tí nøgd av olju, sum er farin á sjógv. Lógin gevur eisini heimild til, at mál um oljudálking kunnu verða avgjørd uttan rættarmál um tann, sum hevur framt dálkingina, viðgongur seg sekan og váttar at vilja gjalda bót sambært sektaruppskoti.

Umframt bøturnar hava reiðaríini fingið rokning frá Tórshavnar kommunu fyri at basa oljudálkingunum.

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo