Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tvey aliøki vestanfyri góðkend

Alivirksemið hjá P/F Fútakletti á alifirðinum Miðvágur/Sandavágur, Vágafjørður og Hestfjørður, er umhvørvisgóðkent. Talan er um tvey aliøki, eitt í Miðvági/Sandavági og eitt við Velbastað.

Aling á sjónum hevur eina ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í samband við impregnering av alinótum. Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregnering við tíðini av og kunnu hópast upp.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru m.a. settar treytir  um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum.
Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum.
 

Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 21. juli 2014.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo