Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tveir dómar um dálking

Tað er ikki gerandiskostur, at dálkingarmál koma fyri í rættinum, men í seinastuni hevur Føroya rættur felt tveir dómar fyri dálking. Talan er um eitt mál um oljudálking av havinum og eitt mál um dálking av vatnveitingarlendi við tøðum

Stóra myndin er tilvildarlig.

Oljudálking
Hin 20. oktober 2010 varð dómur sagdur í Føroya rætti um oljudálking við Ískajina í Havn hin 10. mars 2008. P/F EFFO varð sektað við 20.000 kr. í bót fyri brot á § 7, stk. 1 í havumhvørvislógini um at dálka havið við olju. Dómurin er ikki skotin inn fyri hægri rætt, og er tí endaligur.
Málið snýr seg um, at olja fleyt yvir tá russiska farmaskipið Mumrinsky bunkraði olju við Ískajina í havn, og uml. 500 litrar av olju fóru á sjógv.

Taðing
Hin 12. november 2010 varð ein bóndi í Vágum kendur sekur í at taða og goyma seyðatøð á vatnveitingarlendi, t.e. lendi, haðani vatn verður savnað til drekkivatn.
Hann fekk 5.000 kr. í bót fyri brot á § 15, stk. 1 í umhvørvisverndarlógini um dálking av omanávatni og á § 9, stk. 1 í kunngerð um umhvørvisreglur um dálking av vatnveitingarlendi. Kærufreistin er ikki farin, og kann tí hugsast at dómurin verður kærdur.

Stóran týdning fyri tulking av umhvørvilóggávuni
Dómar hava avgerandi týdning fyri tulking av lóggávuni, og eru dómarnir tí eitt týðandi støði undir hvussu myndugleikar og dómsvaldið framyvir skulu tulka umhvørvislóggávuna.

Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.