Tvær smoltstøðir hjá Bakkafrost fingið dagførdar umhvørvisgóðkenningar
Umhvørvisstovan hevur 1. juli 2021 veitt dagførdar umhvørvisgóðkenningar til framleiðslu av smolti á smoltstøðunum hjá P/F Bakkafrost Farming í Glyvradali og á Norðtoftum. Umhvørvisgóðkenningarnar umfata alt virksemið, sum er knýtt at smoltstøðunum.
Báðar smoltstøðirnar verða útbygdar soleiðis at tær kunnu framleiða munandi størri smolt. Støðirnar hava vatnreinsiskipanir, har vatnið verður endurnýtt á sera høgum stigi.
Báðar støðirnar leiða spillvatnið frá rakstrinum meira enn ein km út um aliøkini út fyri smoltstøðunum. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat kann nakað av óljóði standast frá framleiðsluni.
Dentur er lagdur á, at skarn og fóðurrestir ikki skulu elva til upphóping av tilfari á botni ella til aðra sjónliga dálking á staðnum. Treytir eru m.a. settar um, at P/F Bakkafrost Farming ger kanningar av botninum við munnan á spillvatnsútleiðingini. Um tað vísir seg, at útlátið frá smoltstøðini elvir til dálking, sum ikki er uttan týdning, kann Umhvørvisstovan krevja, at bøtandi atgerðir verða gjørdar.
Eisini eru treytir settar til, at virksemið á smoltstøðunum ikki má hava við sær ampar av óljóði, lukti o.ø.
Umhvørvisgóðkenningin fyri Norðtoftir sæst her.
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her
Umhvørvisgóðkenningin fyri Glyvradal sæst her.
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina sæst her
Vegleiðing um at kæra
Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 3. august 2021.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo