Tvær góðkenningar til vindmyllur í Húsahaga
Eftir ætlan fer SEV komandi summar at seta 13 vindmyllur upp í Húsahaga í Suðurstreymoy. Við støði í lýsing av verkætlanini, umhvørvisárinsmeting o.ø. hevur Umhvørvisstovan veitt SEV umhvørvisgóðkenning og góðkenning av umhvørvisárinsmeting.
Meting av árinum av vindmyllum á umhvørvið
Sambært elveitingarlógini kann loyvi til elframleiðslu ikki veitast áðrenn ein sokallað umhvørvisárinsmeting er gjørd og góðkend av Umhvørvisstovuni. Í umhvørvisárinsmetingini skal framleiðarin meta um, hvørji árin kunnu standast av komandi elframleiðsluni.
Í umhvørvisárinsmeting fyri komandi vindorkuframleiðsluna í Húsahaga hevur SEV mett um ymisk árin frá vindmyllunum, m.a. um óljóð og skuggakast, ávirkan á djóra- og plantulív í Húsahaga, ávirkan á samskiftirútgerð og hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum.
Hin 24. apríl 2013 varð umhvørvisárinsmetingin send til almenna hoyring, sí eldri kunning her. Umhvørvisstovan fekk ongi hoyringssvar, men setti nakar ískoytisspurningar, sum SEV hevur svarað nøktandi.
Umhvørvisstovan hevur tann 16. juli 2013 tikið avgerð um at góðkenna umhvørvisárinsmetingina.
- Her er umhvørvisárinsmetingin.
- Góðkenningarskrivið kann lesast her.
- Almenna lýsingin av góðkenningini er her.
- Her eitt myndasavn við tilgjørdum myndum, sum vísa, hvussu vindmyllurnar koma at taka seg út í landslagnum.
- Her er leinkja til allar umhvørvisárinsmetinginar, umframt aðrar frágreiðingar.
Vindmyllurnar umhvørvisgóðkendar
Umhvørvisstovan hevur hin 16. juli 2013 veitt SEV umhvørvisgóðkenning fyri vindmyllurnar í Húsahaga. Sambært umhvørvisárinsmetingini fara markvirðini fyri óljóð og fyri skuggakast verða yvirhildin í bústaðarøkjum nærhendis.
Skuggakast
Tá ein vindmylla stendur soleiðis fyri sólini, at malandi veingirnir kasta skugga, verður hetta nevnt skuggakast, sum kann fatast um ljós, ið blunkar. Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á himni, t.e. í desember og januar mánað. Um skuggakast kemur fyri í bústaðarøki, kann tað vera ørkymlandi og til ampa hjá íbúgvum. Í umhvørvisgóðkenningini er treyt sett um, at skuggakast frá vindmyllunum skal í mesta lagið vera 10 tímar um árið í bústaðarøkjum.
Óljóð
Nakað av óljóði kemur frá vindmyllunum tá tær eru virknar, og økist óljóðið við vindferðini. Í umhvørvisgóðkenningini er treyt sett um at samlaða óljóðsstøðið frá vindmyllunum ikki skal fara upp um ávís ásett mørk.
- Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her.
- Almenna lýsingin av góðkenningini er her.
- Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningarnar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisárinsmetingina og/ella umhvørvisgóðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mánadagin 13. august 2013.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 342400 ella 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo ella sunip@us.fo