Turrdokk á Skála
Tað verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hevur góðkent, at MEST ger eina nýggja turrdokk á Skála. Góðkenningin hevur heimild í § 21 í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum.
Góðkenningin er almenn, og kann síggjast her.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er fýra vikur frá tí at avgerðin er almannakunngjørd, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 24. oktober 2023.