Turkivirkið í Vági umhvørvisgóðkent
Tann 12. januar 2009 fekk sp/f Faroes Apama í Vági umhvørvisgóðkenning. Virksemið er turking av fiskahøvdum og ryggjum, ið verða seld til matna í Nigeria.

Serligar treytir til lukt
Av tí at sp/f Faroes Apama turkar fisk, hevur umhvørvisgóðkenningin serligar treytir til luktviðurskiftini, so at nærumhvørvið ikki skal fáa ampa av lukti frá virkinum. Tí eru markvirðir sett fyri lukt frá virkseminum, harafturat verður kravt at virkið skal brúka eina lokaða turkiskipan, har luftin, ið verður blást runt í turkiklivunum, verður endurnýtt. Hettar merkir at luft- og tískil eisini luktútlátið frá fiskaturkingini er minni enn 1% enn um skipanin var opin.
Eisini hevur sp/f Faroes Apama uppsett eitt sokallað vaskitorn, soleiðis at luftin verður reinsað í vaskitorninum við vatni og klori, áðrenn hon verður leidd út í umhvørvið.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Kæruvegleiðing
Góðkenningin kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Heidi Hansen, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.