Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Trý fullteknað skeið…

Eftir undirtøkuni at meta, er stórur tørvur fyri skeiðum um spillivatnsreinsing, tí fullteknað var til øll trý skeiðini, sum Umhvørvisstovan skipaði fyri fyrr í vikuni.

Skeiðini snúgu seg ávikavist um feittskiljarar, oljuskiljarar og um rottangar. Sí skrá o.a. her.

Fremsti kunnleiki
Undirvísarar vóru Inge Faldager, seniorráðgevi og Ulrik Hindsberger, centerchef, bæði frá Rørcentrinum á Teknologisk Institut. Ikki kann sigast annað enn, at tað var fremsti kunnleiki, sum á skeiðnum varð lagdur fram fyri luttakararnar.

Vælnøgdur luttakari
Tað var eitt sera áhugavert skeið  við kompetentum undirvísarum. Serliga viðkomandi var tað, sum snúði seg um nýggja ES-standardin, tøkni og mannagongdir innan rakstur av feittskiljarum. Fyri okkum er tað týdningarmikið, at vit altíð eru dagførd um hvør best tøka tøknin er og hvørjar reglur eru galdandi, eisini tá tað ræður um feittskiljarar, segði  Anna Johansen, leiðari á innaneftirlitinum hjá Vestsalmon.

Anna vísti haraftrat á jaligu gongdina millum vinnuna og myndugleikan, har vinnan og umhvørvismyndugleikar samskifta og samstarva tættari og betur nú í mun til fyri nøkrum árum síðani. Vit fegnast um, at Umhvørvisstovan skipar fyri slíkum skeiðum í Føroyum og vóna, at stig verða tikin til at skipa fyri fleiri tílíkum skeiðum.

Breið luttøka
Flestu luttakararnir á skeiðnum vóru fólk, sum arbeiða í við tekniskum málum í kommunum. Men eisini vóru privatir ráðgevarar, fólk úr fiskaídnaðarvinnuni umframt onnur.

Les meira um spillivatn á heimasíðu okkara

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason á Umhvørvisstovuni, tlf. 232441, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.