Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tríggjar Ramsar ætlanir í almenna hoyring

Í dag vera uppskot til Ramsar ætlanir fyri Nólsoy, Mykines og Skúvoy løgd út í almenna hoyring. Hoyringsfreistin er 25. januar 2016.

Nólsoy, Mykines og Skúvoy vórðu í 2012 útnevndar til at vera Ramsar øki. Síðani tá eru tríggjar Ramsar nevndir, ein fyri hvørja oyggj, settar á stovn. Arbeiðið hjá nevndunum at gera Ramsar ætlan fyri sína oyggj er nú komið at enda, og onnur fáa nú høvi at koma við viðmerkingum.

Uppskotini til Ramsar ætlanir innihalda tilmæli um tiltøk at verja fugl, serliga sjófugl, og hvat eigur at verða gjørt fyri at verja ávikavist Nólsoy, Mykines og Skúvoy sum Ramsar øki. Ætlanirnar venda sær serliga til fólki, sum býr á hesum oyggjum, men eisini til myndugleikar og til onnur, sum varða av hesum oyggjum, og sum á einhvønn hátt kunnu seta tiltøk í verk.

Í Ramsar ætlanunum verður greitt frá viðurskiftum, sum nevndirnar meta vera ein hóttan ímóti fugli í teirra oyggj. Fyri hvørja hóttan verður komið inn á møguliga loysnir og tilmæli eru orðað. 

Rotta er størsta hóttanin í øllum oyggjum og eitt felags tilmæli er um at gera reglur um rottu, serliga at fyribyrgja at rotta mennist í oyggjunum. Felags tilmæli er eisini um at gera reglur um sigling, serliga at fyribyrgja at fuglur órógvast av skjóttgangandi bátum, sum sigla nær landi. Mykinesnevndin og skúvoyarnevndin hava gjørt tilmæli um at ganga í haganum og nólsoyarnevndin um at hava kettu.

Umhvørvisstovan hevur í samstarvi við Ramsar nevndirnar staðið fyri arbeiðinum at skriva ætlanirnar. 

Her er almenna lýsingin

•    Endaligt uppskot til Ramsar ætlan fyri Nólsoy
•    Endaligt uppskot til Ramsar ætlan fyri Mykines
•    Endaligt uppskot til Ramsar ætlan fyri Skúvoy

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, telefon 342400 ella us@us.fo