Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tríggir góðir vinnarafilmar um endurnýtslu av pappíri og pappi

Í gjár vórðu vinnararnir av filmkappingini um at endurnýta meira pappír og papp bodnir til hátíðarhald í Perluni, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, handaði teimum vinningarnar, ein kekk og føroyskar plantur frá Skógrøktini.

Á fyrsta plássi og sostatt besti filmur var “Papp-dukkuhúsið”, sum Jóhanna Katrina Jacobsen hevur gjørt saman við familjuni. Grundgevingin hjá dómsnevndini: “Gjøgnumhugsaða hugskotið, fangandi myndirnar, skilagóða gentan og tey góðu ráðini um endurnýtslu av pappíri og pappi gjørdi, at dómsnevndin valdi henda filmin til at vera tann besta í kappingini.” 
Her ber til at síggja filmin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Jóhanna Katrina Jacobsen, sum vann fyrstu virðisløn.Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Jóhanna Katrina Jacobsen, sum vann fyrstu virðisløn.

 

Á øðrum plássi var filmurin “Drongur teknar”, sum Aron Mikkelsen hevur gjørt. Grundgevingin hjá dómsnevndini var hendan: “Tær frálíka góðu tekningarnar og skilagóða røddin, sum gevur góð ráð um at endurnýta papp og pappír, gjørdu, at dómsnevndin valdi henda filmin at vera tann næstbesta í kappingini.”
Her ber til at síggja filmin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Aron Mikkelsen, sum vann aðru virðisløn

 

Á triðja plássi var “Pappírsflog”, sum næmingar í lærugreinini “miðlakunnleiki” á Glasi hava gjørt saman við lærara teirra, Hermann Eliassen.
Dómsnevndin grundgav soleiðis: “Hugtakandi og tankavekjandi myndirnar og einfaldi boðskapurin gjørdi, at dómsnevndin metti henda filmin sum tann triðbesta í hesi kappingini.
Her ber til at síggja filmin

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Hermann Eliassen, sum vann triðju virðisløn

Allir tríggir filmarnir fara at vera at síggja í “Gevið gætur” sendingunum hjá Kvf seinni í vetur.

Tað var í juni mánað í ár, at Umhvørvisstovan lýsti við filmskapping. Endamálið var at gera film um, hvussu vit øll kunnu økja um endurnýtsluna av pappíri og pappi. Ein norðurlendsk frágreiðing vísir, at í Føroyum ber til at tvífalda mongdina av pappi og pappíri, sum fer til endurnýtslu. Fyrireikarnir fegnastu um sera góða undirtøku, tí inn komu heilir 29 filmar. Dómsnevndin gjørdi av at lata trimum teimum bestu filmunum ein vinning. 

Í dómsnevndini sótu:
Beinta Haraldsen, Klippfisk
Pætur Marjunarson Dahl, Klippfisk
Sissal Evudóttir Lervig, IRF
Súsanna Berg, Tórshavnar kommuna
Ólavur Jøkladal, Fólkaheilsuráðið
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan

Felagsmynd við teimum trimum vinnarunum, dómsnevndini umframt Turið Horn, forkvinnu í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, Peturi Nielsen, stjóra á Umhvørvisstouvni og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.

Filmskappingin varð fíggjað av smásamfelagsbólkinum undir Norðurlendska Ráðharraráðnum, IRF og Tórshavnar kommunu. Tað var Maria Gunnleivsdóttir Hansen saman við Heidi Mortensen frá Umhvørvisstovuni, sum tók stig til kappingina.

Les meira um kappingina her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo