Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Tórshavnar kommuna góðkenda spillivatnsætlan.

Umhvørvisstovan hevur nú góðkent enn eina kommunala spillivatnsætlan. Hetta er ætlanin hjá Tórshavnar kommunu. Tað merkir, at nú hava íalt 22 út av 30 kommunum góðkenda spillivatnsætlan.

Tórshavnar kommununa er ein av teimum kommununum, sum miðvíst og gjøgnum longri tíð hevur sett pening av til spillivatnsøkið. Sambært ætlanini verður Tórshavnar kommuna  liðug við spillivatnsskipanina innan 2015, sum er freistin fyri nær kommunurnar skulu hava síni spillivatnsviðurskifti í lagi. Hetta sambært kunngerðini um spillivatn, sum kom í gildi í 2009.
 

Góðkenningarskrivini kunnu lesast her

Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum er her

Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her
 

Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.  Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 27. mars 2013.
 

 

Nærri fæst at vita við at ringja Heidi Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo