Vísindavøka 2026

25. september 2026 kl. 09.00 - 15.00

Sjóvinnuhúsið

25 september @ 09:00 – 15:00

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Umhvørvisstovan luttekur á Vísindavøkuni við tveimum framløgum í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum:

Halla W. Reinert fer at hava framløguna: Frá ráum dátum til veruliga vitan – metadátugrunnurin

Gethin W. Roberts hevur framløguna: Nýtsla av fleirstrálu ekkoloddi til nágreiniliga havdýpdarmáting. Framløgan verður hildin á enskum.

Øll skráin fyri vísindavøkuna sæst her.

Tiltakið verður stroymt á hesum leinki.

Harafturat fer Umhvørvisstovan at hava ein bás á svalanum. Hesin er serliga til børn og ung, men vaksin eru eisini vælkomin framvið. Evnið á básinum hjá Umhvørvisstovuni í ár er ”Grøn orka”.

Barbara Leone fer harumframt, vegna Umhvørvisstovuna, at luttaka í snarrøðukappingini.

Sjóvinnuhúsið

Faroe Islands