Veðurlagsdagur 2025

18. mars 2025 kl. 13.00 - 16.30

18 mars @ 13:00 16:30

Á ársins veðurlagsdegi varpa vit ljós á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær.  

Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit í Føroyum handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar. 

Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum. 

Skráin er hendan:

Kl.Evni
13:00 Vælkomin 
Margit  Stórá, Landsstýriskvinna 
13:10 Um veðurlagsdagin 2025 
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan 
13:15 Veðurmátingar gjøgnum 152 ár  
Turið Laksá, Veðurstova Føroya 
13:30 Um ávísar fyri veðurlagsbroytingar 
Eyð Maritudóttir Grønadal, Hagstova
13:40DRÍVARAR

Samlað útlát av vakstrarhúsgassi
Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá tjóðarbúskapinum
Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan 

13:55 
ÁVIRKAN

Tekin um veðurlagsbroytingar
Hækkandi sjóvarmáli
Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan og Sissal V. Erenbjerg, FIRUM 
Miðalsúrleik í sjógvi (pH)
Ian Salter, Havstovan 

Útbreiðsla og støða hjá sløgum
Reyðlistavísital
Áki Vang, Tjóðsavnið 

Veðurlagsbroytingar og alneyðugt infrakervi
Veðurlagsbroytingar og ávirkan á flutning
Sølvi Sjúrðarson og Árni Jacobsen, Landsverk 
14:55Steðgur
15:15VIÐBREKNI

Øki viðbrekin fyri veðurlagsbroytingum
Oyggjar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum
Lis Mortensen, Jarðfeingi
15:30ÁTØK

Veðurlagsbroytingar – politikkir og ætlanir um átøk
Orku- og veðurlagspolitikkur
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan 
Umlegging ella avtøka av almennum stuðli til steinrunnin brennievni
Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya 
16:00TILLAGING

Yvirvøka av veðurlagsbroytingum
Skipan av veðurmátingum
Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya 
Skipanir at hava yvirvøku við luftgóðsku
Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetur Føroya 
16:30Samanumtøka
Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum 
Marita Rasmussen, Havstovan 

Tiltakið er alment og ókeypis, tó er neyðugt at tekna seg.

Fylg við Veðurlagsdegnum beinleiðis!

Tiltakið verður stroymt beinleiðis her: