Tillagingartíð fyri innflutningi av skipum við R-22 køliskipan
Til ber at innflyta skip við R-22 køliskipan fram til 1. oktober 2011, tó treytað av, at køliskipanin verður útskift innan ávísa freist.
Fyri at geva vinnuni tíð til at laga seg til nýggja forboðið ímóti innflutningi og útflutningi av skipum við R-22 køliskipan (freon-22), sum er ásett í grein 4 í kunngerðini frá 16. desember 2010 um ozonoyðandi evni, hava Umhvørvisstovan og Sjóvinnustýrið í felag gjørt av at seta eina tillagingartíð fram til 1. oktober 2011, har til ber at innflyta og útflyta skip við freon-22 køliskipan.
Hetta merkir, at feløg, sum søkja um serligt undantak frá forboðnum, fáa játtandi svar frá Umhvørvisstovuni og siglingarloyvi frá Sjóvinnustýrinum, um ikki serlig viðurskifti tala ímóti. Í báðum førum verður treytin, at R-22 køliskipanin skal skiftast út innan ávísa freist, sum er nakrar mánaðir eftir, at skipið hevur fingið siglingarloyvi.
Tillagingartíðin er ikki galdandi fyri nýbygd skip. Nýbygd skip við R-22 køliskipan fáa ikki serligt undantak frá forboðnum.
Eftir 1. oktober 2011, tá tillagingartíðin er úti, er bannað at flyta inn skip við R-22 køliskipan. Umsóknir um serligt undantak eftir grein 8 í kunngerðini um ozonoyðandi evni, sum vera móttiknar eftir 1. oktober 2011, verða einans gingnar á møti í heilt serligum føri.
Umhvørvisstovan og Sjóvinnustýrið er samd um, at tað er rímiligt at geva vinnuni eina tíð til at laga seg til nýggja forboðið ímóti innflutningi av skipum við R-22 køliskipan, m.a. tí, at forboðið rættiliga brádliga varð sett í gildi, og at vinnan ikki í nóg stóran mun varð kunnað um hetta forboð frammanundan.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400/232442, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo