Tað krevur hegni at seta mark
Landmátarar skulu fevna breitt í yrki sínum. Tað krevur matematiskar og juridiskar førleikar, evnini at mekla, og ikki minst hugin at ferðast í náttúruni. Umhvørvisstovan søkir beint nú eftir einum landmátara.

Tað er ikki eitthvørt starv talan er um, tí arbeiðið hjá landmátarum hevur stóran týdning fyri samfelagið. Føst ogn er ikki einans grundarsteinur undir øllum virðum í okkara samfelag, men eisini karmurin um føroysku familjurnar, vinnulív og mentan.
Avgerðir tiknar á rætta grundarlagnum
Landmátarar tryggja at avgerðirnar hjá politikarum, umsiting, vinnulívið og okkum øðrum um náttúru, umhvørvi og fastar ognir verða tiknar á einum tryggum grundarlagi. Landmátarin er serfrøðingurin í lendinum, í byggingini og í lógini um, hvussu vit nýta jørðina og føstu ognirnar. Uppgávurnar hjá landmátarum eru fjølbroyttar og seta krøv til ymsar eginleikar. Tað er sjálvsagt neyðugt, at landmátarin brennir fyri fakinum og meistrar tað tøkniligu síðuna, men tað er eisini neyðugt, at landmátarin dugir væl við fólki og dugir at finna røttu loysnirnar tá ósemja er.
Vóna at kveikja neistan
Umhvørvisstovan hevur nú í eina tíð søkt eftir landmátara, bæði í Føroyum og uttanlands, men enn er eingin reaktión komin.
– Tað er eitt sindur spell, tí vit halda at talan er um eitt gott starv, sigur deildarleiðarin á Lendi Petur Nielsen.
Umsóknarfreistin er úti 13. oktober og Petur Nielsen vónar sjálvsagt at fáa fleiri skikkaðar umsóknir, men í øðrum lagi heldur hann, at tað hevði verið gott um tey kundu verið við til at kveikt ein áhuga millum ung at søkja inn í fakið.
Fleiri vegir inn
Ein landmátari er í veruleikanum ein blanding av einum býar- og lendisarkitekti, løgfrøðingi og verkfrøðingi, so møguleikarnir eru fleiri at finna inn í fakið. Krøvini til umsøkjarar frá Umhvørvisstovuni eru prógv sum landmátari, verkfrøðingur ella líknandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Um tú vil vita meira um starvið ella um yrkið sum landmátari, er tú vælkomin at seta teg í samband við Petur Nielsen, deildarleiðara ella Jákup Paula Joensen, stjóra á Umhvørvisstovuni, telefon 342400.