Sunda kommuna góðkenda spillivatnsætlan
Sunda kommuna hevur samtykt at broyta tíðarætlanina í spillivatnsætlanini soleiðis, at spillivatnsviðurskiftini í kommununi eru í lagi innan 2015.
Í spillivatnskunngerðini er ásett, at allar kommunur skulu fáa spillivatnsviðurskiftini í rætt lag innan 2015. Í fyrstu spillivatnsætlanini hjá Sunda kommunu bleiv upplýst, at kommunan av fíggjarligum ávum, ikki megnaði
at blíva liðug innan 2015. Tískil kundi Umhvørvisstovan ikki góðkenna spillivatnsætlanina hjá Sunda kommunu.
Nú, eitt ár seinni, hevur Sunda kommuna gjørt nýggjar raðfestingar, og samtykti kommunan á býráðsfundi tann 29. mars 2013 at broyta tíðarætlanina í spillivatnsætlanini soleiðis, at kommuna nú fær øll síni spillivatnsviðurskifti í rætt lag innan 2015.
Tískil kann Umhvørvisstovan góðkenna spillivatnsætlanina hjá Sunda kommunu. Hetta merkir, at nú hava íalt 23 út av 30 kommunum góðkenda spillivatnsætlan.
Góðkenningarskrivið sæst her
Almenna lýsingin av spillivatnsætlanini sæst her
Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her
Góðkenningar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 26. juni 2013.
Nærri fæst at vita við at ringja til Heidi Hansen, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo