Stuðulin til burturbeining av oljufýri heldur uppat frá 1. januar 2024.
1. juli 2023 almannakunngjørdi Umhvørvismálaráðið, at 1,5 millión krónur í 2023 vóru settar av til at veita stuðul til at burturbeina oljufýr. Skipanin hevur riggað væl, og nógvar umsóknir eru komnar til Umhvørvisstovuna. Hesar verða viðgjørdar og avgreiddar leypandi.
Í sambandi við at lógarbroyting verður løgd fyri Løgtingið um at leingja tíðarskeiðið við mvg-afturbering fyri hitapumpur og jarðhita, verður sett sum treyt fyri at fáa mvg-afturbering, at oljufýringin er lógliga burturbeind. Hetta merkir at skipanin heldur uppat frá 1. januar 2024.
Umsóknir um stuðul fyri árið 2023 skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi áðrenn 1. februar
2024.