Stuðul til skaðaraktu viðarlundirnar
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum hevur gjørt av at lata 250.000 kr. til at bøta og endurreisa viðarlundirnar kring landið, sum fingu stóran skaða í herviligu ódnunum í 2011
Innlendismálaráðið umsitur eina játtan á 250 túsund kr., hvørs endamál er at stuðla viðarvøkstri.
Innlendismálaráðið hevur seinastu árini stuðlað fleiri góðum verkætlanum, men í ár hevur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, gjørt av, at stuðulin verður latin landsskógarvørðinum til at bøta og endurreisa viðarlundirnar kring landið, sum fingu stóran skaða í herviligu ódnunum í 2011.
Myndir av falnu trøunum í november mánaða kunnu síggjast her.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.