Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Stuðul til náttúruloysnir

Nú ber til at søkja um stuðul av játtan hjá Norðurlandaráðnum til verkætlanir, sum hava til endamáls at fremja og breiða út náttúruloysnir í størri landsløgum og økjum. 

Freistin at søkja er 23. mars 2026. Samanlagt eru 1.615.000 kr tøkar at játta til verkætlanir, og stuðulin kann nýtast fram til 31. desember 2027.  

Verkætlanir kunnu eitt nú snúgva seg um at endurskapa vistskipanir. Kommunur, felagsskapir, stovnar og aðrir viðkomandi partar kunnu søkja um stuðul. 

Les meiri um hvussu tað ber til at søkja her

Eitt LinkedIn uppslag um útboðið er somuleiðis lagt út, tað sæst her

Tað ber eisini til at luttaka á kunnandi netfundi tann 25. februar um útboð og stuðul hjá Náttúruprogramminum. Meiri sæst her

Kunngerðir