Streymur og alda á føroysku firðunum
Umhvørvisstovan hevur tikið stig til og fíggjað tvær frágreiðingar, sum hava týdning fyri eftirlitið við alivirksemi á sjónum.
Streymur og alda í umhvørvisfyrisiting av firðunum
Sum liður í arbeiðinum at fáa betri kunnleika til streym, aldu o.a. á føroysku firðinum, hevur Umhvørvisstovan fíggjað verkætlan við heitinum “Streymur og alda í umhvørvisfyrisiting av firðunum”. Havstovan, Náttúruvísindadeildin á Setrinum, IVF RAO og P/F Fiskaaling hava gjørt frágreiðingina.
Endamálið við verkætlanini er at styrkja vitanina um streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum, sum skal vera grundarlag undir umhvørviseftirliti á føroysku firðunum.
Úrslitið av verkætlanini er ein frágreiðing við ástøði um rák á firðunum, lýsing av ymsum spjaðingar- og rákmyndlum (modellum), ástøði um aldu og alduávirkan og stutt lýsing um útgerð og framferð at máta streym og aldu. Út frá hesum hava verkætlanarpartarnir gjørt eitt nágreiniligt tilmæli um streym- og aldumátingar til at lýsa ein alifjørð ella eitt aliøki.
Uppgerð av streymkanningum á føroysku firðunum
Harafturat hevur Umhvørvisstovan fíggjað verkætlan at gera ein samandrátt av streymkanningunum, sum vórðu gjørdar á alifirðum í sambandi við verkætlanina Streym- og alduviðurskifti á føroysku firðunum (ASAF) frá 2010 til 2016. P/F Fiskaaling hevur gjørt samandráttin.
Frágreiðingin er ein einsháttað uppgerð av 38 mátingum á flestu alifirðum. Hvør frágreiðing er sett upp á tveimum síðum, sum millum annað lýsa hvar og nær kanningarnar eru gjørdar, miðalstreymferð og streymætt á ymsum dýpum. Úrslitini eru lýst við talvum og myndum.
Frágreiðingin sæst her.