Strangari reglur fyri brenniolju til skip
Fyrsta januar minkar loyvda nøgdin av svávuli í brenniolju hjá skipum. Øll føroysk skip og skip, sum sigla í føroyskum sjógvi, skulu tá nýta olju, sum í mesta lagi inniheldur 0,5 vektprosent av svávuli. Fyri skip, sum ætla sær at liggja við bryggju ella ankraði á føroyskum firðum, er kravið longu nú strangari enn hetta. Í fjør kom kunngerð, sum sigur, at skip, sum liggja fyri akker ella við kei, skulu nýta olju, sum ikki hevur meira enn 0,1 % av svávuli.
Kravið um 0,5 % svávulinnihald kemur frá IMO, Sjóvinnustovninum undir ST. Har er samtykt, at frá 1. Januar 2020 kunnu skip í millumlanda sigling ikki brúka olju við meira enn 0,5 vektprosenti av svávuli í oljuni. Tó kunnu tey brenna olju við hægri svávulinnihaldi, um tey kunnu reinsa roykin, so útlátið ikki er meira enn tað, sum svarar til at brenna olju við 0,5 % av svávuli. Harafturat hevur stovnurin lýst nøkur øki, har enn minni svávulinnihald er loyvt. Til dømis er bert loyvt at brenna olju við 0,1 % av svávuli í Norðsjónum og Eystursjónum. Hetta sama lága svávulmarkið er galdandi fyri skip, sum liggja í havn í ES-londunum, og eisini í Føroyum.
Lágt innihald tað mest vanliga
Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at skip brúka røttu oljuna. Umhvørvisstovan hevur kannað nøkur skip, og øll skipini høvdu olju við lægri svávulinnihaldi enn 0,1% umborð.
Flestu skip á okkara leiðum brúka olju sum brennievni, bæði tá tey sigla og tá tey liggja við bryggju, og flestu føroysku skip nýta gassolju, sum er tunn og inniheldur lítið av svávuli. Størri skip kunnu brenna olju, sum er munandi tjykkri enn gassoljan, og verður nevnd tungolja. Hon kann í dag innihald upp til 3,5 prosent av svávuli, og framvegis verða lóglig. Ofta er innihaldið tó onkustaðni millum 1,5 % og 2,5% av svávuli.
Svávul dálkar og súrgar
Tá olja brennur í motorinum, verður hon fyrst og fremst til koltvíiltu, vanliga nevnt CO2, og vatn. Harafturat eru lutfalsliga smærri nøgdir av øðrum evnum í roykinum, alt eftir hvat slag av olju, sum verður brend, og hvat motorslag talan er um.
Tá olja við svávuli verður brend í motorum, kemur eisini svávultvíilta ella SO2 úr motorinum. SO2 saman við luft og vatndropum verður til svávulsýru.
Harafturat kemur nitrogenilta, sum í luftini so líðandi verður til nitrogentvíiltu, eisini úr motorum, sum brenna olju. Lutfalsliga meira nitrogenilta kemur frá stórum, seintgangandi motorum enn smærri og skjóttgangandi.
Til seinast kann nevnast, at sótbitlar í ymsum støddum eisini koma frá forbrenningini í motorum.
Meðan CO2-útlátið er høvuðsatvoldin til vakstrarhúsárin á umhvørvið, kunnu hesi trý seinastu evnini øll hava árin á heilsuna hjá fólki nærhendis dálkingarkeldunum, um innihaldið av hesum evnum í luftini støðugt er omanfyri ávís virði. Harafturat súrga bæði svávultvíilta og nitrogentvíilta vatn og jørð.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Ingvard Fjallstein, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo