Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Strandarhagi verður býttur í tveir hagapartar

Útskiftingarnevndin fyri Starndarhaga hevur býtt hagan í tveir hagapartar.

Á grannastevnu 24. mars 2012 varð samtykt at seta fram krav smb. útskiftingarlógini um býti av Strandarhaga, matr. nr. 53a á Strond.

Málið varð tikið upp á útskiftingarfundi í Haraldssundi 17. junii í fjør og varð har viðgjørt saman við eigarunum.  Útskiftingarnevndin gjørdi tá av, at grundarlag var fyri at fara undir skiftið, og nevndin hevur síðani gjørt uppskot til býti, sum fyrr í ár varð sent eigarunum til viðmerkingar.
 
11. mars var aftur útskiftingarfundur í bygdarhúsinum í Haraldssundi, har endaligt uppskot um býti av haganum varð lagt fram, og úrskurður gjørdur.

Eftir úrskurðinum verður hagin býttur í eina norðara Strandarhaga, sum verður 5 mk. stórur, og ein sunnara 2 mk. og 5 sk stóran haga, sum fær navnið Ánagongan.

Úrskurðurin kann kærast til yvirútskifting.  Tað skal gerast við skrivi til Sorinskrivaran og kærufreistin er 27. juni 2015.
 
Í útskiftingarnevndini sótu Heini á Heygum, Gudmund Poulsen og Petur Nielsen.

Tilfar um útskiftingina – gerðabók og útskiftingarkort – sæst her, og annars ber til at venda sær til Umhvørvisstovuna.