Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Stórur áhugi fyri viðarlundum í Suðuroynni

Tað er stórur áhugi fyri at planta í Suðuroynni. Bæði tá tað snýr seg um at gera nýggjar viðarlundir og at víðka um verandi viðarlundir.

 
Í Hvalba og í Fámjin eru kommunurnar farnar at fyrireika viðarlundir, og Tvøroyrar kommuna hevur ætlanir um at víðka viðarlundina í Trongisvági. Kommunan samstarvar somuleiðis við Suðuroyar sjúkrahús um viðarlundina mitt í býnum. Tvøroyrar kommuna og Skógfriðingarnevndin hava harumframt samstarvað um komandi viðarlundina úti á Sevmýru.
 
Formaðurin í Skógfriiðingarnevndini, Jóhann Mortensen, og landsskógarvørðurin, Tróndur Leivsson, hava havt fund við Fámjins kommunu, sum hevur lagt eitt rættiliga stórt øki av miðskeiðis í bygdini til viðarlund. Kommunan hevur latið girðing gera og eisini hava tey plantað nakað av viðarvøkstri. Fámjins kommuna fekk fyri nøkrum árum síðani fíggjarligan stuðul frá Innlendismálaráðnum at fara undir viðarlundina, og hon hevur seinni fingið træplantingargávu sum stuðul frá Føroya Prent til verkætlanina.
 
Fámjin
 
Bygdarráðið í Fámjin umhugsar at lata lendið á stóru fløtuni í bygdini skógfriða. Tróndur Leivsson og Jóhann Mortensen greiddu frá, hvat tað merkir, at eitt økið verður skógfriðað eftir lógini um viðarlundir. Bygdarráðið í Fámjin skal nú taka støðu til málið.

 
Hvalbiar kommuna hevur eisini lagt eitt økið vesturi í bygdini – norðan fyri húsini við Krógv, niðan ímóti skúlanum og framvið Hamarsá – til eina viðarlund. Bygdarráðið hevur longu gjørt eina roynd at sett nakrar runnar niður í eini lítlari girðing á hesum økinum. 

 
Hvalba
 

-Tað er at fegnast um, at fleiri kommunur hava hug at gera viðarlundir. Tær skapa hugna og trivnað og í flestu støðum leita nógv fólk til viðarlundir at njóta serliga friðin, vøkstur og fuglalív. Bara spell, at fíggjarliga orkan ikki er til, at skógfriðingarmyndugleikin kann gera meira við at stuðla við runnum, trøum og aðrari hjálp, sigur Jóhann Mortensen, formaður í Skógfriðingarnevndini.

 
Tvøroyrar kommuna hevur keypt eitt jarðarstykki afturat vestan fyri viðarlundina í Trongisvági. Hetta liggur norðan fyri Stórá, niðan móti vegnum, og skal leggjast aftrat verandi viðarlund.Kommunan hevur í umbúna at fara at arbeiða eitt annað øki uttan fyri viðarlundina. Kommunan ognaði sær hetta økið fyri nøkrum árum síðani. Mold og annar avgrevstur er koyrd á økið, og um orka verður til tað, ætlar kommunan at arbeiða lendið, so tað kann plantast í tað.

 
Somuleiðis er ítøkiligur áhugi fyri eini munagóðari gróðurseting kring nýggja fótbólstvøllin við Stórá. Hetta skal fyrst og fremst bøta um lívdina, og soleiðis við tíðini kunna økja munandi um møguleikarnar fyri uttandura trivnaði gjøgnum alt árið.

 

Trongisvágur
 

Viðarlundin í Trongisvági, sum nógv fólk vitjað, er illa farin seinastu 2-3 vetrarnar, og fleiri gomul trø fóru aftrat í vetur, harav eitt av teimum var eini 80 ára gamalt. Don Terje Hentze, røktari hjá Tvøroyrar kommunu, fæst í løtuni við at drena fløtuna niðri við Stórá, har tvær múraðar grillur eru.

 
Trøðin, sum er løg til viðarlund á Sevmýri, er nú innigird, men enn er óvist, nær farið verður at leggja gøtur og at arbeiða lendið, so trø og runnar kunnu gróðursetast.

 
-Hetta kann gerast ein hugnalig viðarlund. Síláin rennur gjøgnum trøðna, og tað skuldi ikki verið ómøguligt at gjørt ein fittan hyl í ánni til leik og spæl, har ein lægd er.  Henda viðarlundin liggur væl fyri í býnum, ikki minst um ætlanin verður at leggja eitt tjaldingarpláss á gamla vøllinum á Sevmýri. Harafturat eru gróðrarlíkindini av teimum bestu, sigur Jóhann Mortensen.

 
Í Porkeri varð skjøtul settur á eina minni viðarlund í Mýrdalinum fyri nøkrum árum síðani, og nú eru tey bestu trøini komin í miðju hædd. Vónandi heldur bygdarráðið fram við hesi frálíku ætlanini, sigur formaðurin í Skógfriðingarnevndini. Innlendismálaráðið stuðlaði byrjanini av hesi viðarlundini.

 
Vágur
 

Í Vági eru fleiri lendi, har gróðursett er við viðarvøkstri. Elsta økið er Viðarlundin í Hvannadali, sum skjøtul varð settur á í 1950’unum. Har er góður gróður í dag, og tørvur er á at fremja tynningar o.tíl. í trøunum, men fíggjarvánirnar hjá skógfriðingarmyndugleikanum hava ikki rokkið til slíkt, tey seinnu árini. Vágs kommuna hevur tó eftir førimuni bøtt um atkomumøguleikan í viðarlundini við at arbeiða víðari við gøtuni,  sum byrjað varð uppá fyrst í 1990unum.

 

Sunnanfyri vatnið í Vági er eisini eitt skógfriðað økið frá 1980unum, men her hevur verið torført at fáa nakran viðarvøkstur at trívast. Tó er nakað av rósurunnum nú komið fyri seg, og vónandi fæst einaferð møguleiki at bøta um lendið. Hettar økið fellir natúrliga sera væl saman við virkseminum á ítróttarøkinum vesturi á Eiðinum og við nýggja, grøna økinum í miðbýnum, Parkin á Sandinum. Har hava vágbingar sýnt sera stóran áhuga og vilja til at menna eitt spennandi frílendisøki við m.a. fjølbroytnum viðarvøkstri. Innlendismálaráðið hevur stuðlað at fara undir hesa verkætlanina.

 
Formaðurin í Skógfriðingarnevndini, Jóhann Mortensen, tekur samanum við hesum orðum: at ein av røttum kann siga, at tað grør um gangandi fót í Suðuroy í hesum døgum.
 
Til vinstru, Jóhann Mortensen, form. í Skógfriðingarnevndini. Til høgru, Tróndur G. Leivsson, landsskógarvørður.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Skógrøktina, Tróndur G. Leivsson, tlf 210966, ella send okkum ein teldupost, us@us.fo.