Stórt frílendi til borgarar
Annika Olsen, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu løgdu í felag fram ætlan á Umhvørvistouvni um føroya størsta frílendi.
Umhvørvisstovan var karmur um framløguna har landstýriskvinnan í umhvørvismálum og borgarstjórin í Tórshavnar kommunu greiddu frá ætlanunum um Føroya størsta frílendi og útvegan av nýggjum rakstrarbygningum til Gróðurstøðina.
Økið talan er um er 22 ha til víddar og røkkur frá Skansanum, út í Boðanesgjógv, framvið viðarlundini niðast í Hoydølum, Gróðurstøðini í Miðhoydølum, gøtuskipanini fram við Hoydalsá, gjøgnum Ovastu Hoydalar, niðan til Svartafoss og Ternurygg, og heilt niðan í Villingardal.
Annika Olsen hugleiddi m.a. soleiðis um verkætlanina.
– Í einari stressaðari tilveru, sum dagsins borgarar liva í, er tað ikki minni týdningarmikið við grønum økjum, har borgarar kunnu styrkja sær heilsuna, røra seg, ganga túrar og annars taka sær av løttum. Tað er neyðugt í allari býarskipan, at grøn øki verða raðfest. Ein miðdepil í Føroya størsta frílendi verður gróðurstøðin, sum í dag hýsir einum stórum virksemi innan plantur og viðarvøkstur í Føroyum. Viðarvøkstur og frílendisdeildin á Umhvørvisstovuni hevur latið gjørt eitt uppskot til nýggjar hallir til gomlu gróðurstøðina, sum kann hýsa tí stóra virkseminum, ið er á økinum í dag. Og í hesum sambandi eru 2 mió. settar av til endamálið á fíggjarlógaruppskotinum frá landsstýrinum fyri 2010.
Annika Olsen fegnaðist um góða samstarvið ímillum land og kommunu í hesum málinum.
– Eg fegnist um at tað er eydnast landi og kommunu at taka hetta stigið í felag, sum vil gagna okkara borgarum. Og ikki minst vóni eg, at vit fara at síggja mong slík frílendisøki í Føroyum í framtíðini, og at hendan ætlanin kann slóða fyri hesari menning.
Heðin Mortensen vísti eisini á góða samstarvi og at borgarin í dag eftirspyr grønum økjum.
– Henda dispositiónsætlan hjá Umhvørvisstovuni er gott dømi um at samstarvið kann blóma, og tað í grønum umhvørvi. Nú flyta vit okkum frá gomlu vanahugsanini um eina viðarlund, einans. Nú vilja vit meira. Og hetta kravið um "meir" merkist eisini úti millum borgararnar, sum í dag krevja meiri enn eina passiva viðarlund. Borgarin vil eisini hava søgu og upplivingar inn í hesi øki. Í okkara samtíð eru aftur boð eftir grønum økjum, frílendum og skógarøkjum, men hesaferð sum amboðum at bøta um fólkaheilsuna og í bardaganum móti lívsstílssjúkum.
Les her røðuna hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.
Les her røðuna hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.