Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Stórar broytingar í jarðarviðurskiftunum við Norðskála

Úrskurður er nú gjørdur viðvíkjandi innangarðsútskiftingini við Norðskála. Jørðin verður skipað av nýggjum og savnað í færri eindir.

Jarðarviðurskifti hava framvegis stóran áhuga kring landið. Men stórur munur er tó á, hvussu búnaðarjørðin er skipað.  Í ognarbygdum er jørðin arvað gjøgnum fleiri ættarlið og harvið vorðin altsamt meira smábýtt. Endamálið við útskifting av jørð er at savna jørðina aftur í størri eindir. Hetta er gjørt í fleiri bygdum, har nógv ognarhørð er, men onkur er tó eftir at skifta út.
Myndin niðanfyri vísir jarðaviðurskiftini við Norðskála, sum tey síggja út, áðrenn útskiftingin verður framd.

Sum myndin vísir, er búnaðarjørðin serliga smábýtt í sunnara partinum av bygdini, men eisini í norðara endanum eru smáir jarðarlutir.
Mikudagin tann 5. desember 2012 legði útskiftingarnevndin tann endaliga útskiftingarplanin fram á almennum fundi á kommunuskrivstovuni hjá Sunda kommunu. Á sama fundi gjørdi nevndin úrskurð í málinum.
Útskiftingarplanurin sæst á myndini niðanfyri.

Sum tað sæst á myndini, verður búnaðarjørðin við Norðskála savnað í munandi færri lutir enn áður. Broytingarnar eru serliga í sunnara og norðara enda av bygdini. Gerðini miðskeiðis í bygdini eru óbroytt eftir ynski frá eigarunum. Útskiftingarnevndin hevur eisini ásett garðsskylduna, ið regulerar, hvussu garðarnir móti høgunum skulu haldast.
Ein partur av útskiftingini fevnir eisini um ognartøku av lendi, sum farið er undir bygdarvegin, sum lutvíst er landsvegur. Málið er tó ongantíð formliga avgreitt, og tí er nú eisini mett um endurgjaldið fyri lendið.  Hetta varð eisini lagt fram á fundinum.
Útskiftingin er nú endað og verður við tilhoyrandi skjølum latin til ákæru. Kærufreistin er 3 mánaðir frá 5. desember 2012 at rokna. Møguligar kærur skulu stílast til Sorinskrivaran (Dómaraskrivstovan).
Til kærufreistin er úti liggja útskiftingarskjølini (kort og eigaralisti vm.) frammi á Umhvørvisstovuni á Argjum, á heimasíðu stovnsins og á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.
Útskiftingarnevndin var mannað av Maritu í Brekkunum, Hósvík, Jákup Skoradal, Norðoyri, og Petur Nielsen, sum var formaður.
> Skjøl viðvíkjandi útskiftingini.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Umhvørvisstovuna og spyrja eftir Peturi Nielsen (peturn@us.fo), Jógvani Frýdal (jogvanf@us.fo) ella Óla Johansen (olij@us.fo).