Stór nýtsla av ozonoyðarum
Samanborið við grannalondini nýta vit í Føroyum nógv ozonoyðandi evni. Orsøkin er, at serliga skip brúka nógv HCFC-22 í sínum køliskipanum.
Føroyar innfluttu í 2007 3,1 ODP tons av ozonoyðandi evnum. ODP er ensk stytting fyri ozonoyðandi megi (Ozone Depletion Potential). Hetta er stór nøgd samanborið við eitt nú Ísland og Noreg, sum í 2007 brúktu ávikavist 2,2 og 17,5 ODP tons.
Í ár er fyrstu ferð, at nærum allir innflytarar hava latið Umhvørvisstovuni upplýsingar um innflutning av ozonoyðandi evnum. Uppgerðin er tí meira fullfíggjað enn undanfarin ár, har tølini sostatt hava verið ov lág. Tí ber ikki til at siga, um innflutningurin av HCFC-22 er øktur í 2007, sum myndin niðanfyri annars kundi bent á.
Enn er loyvt at selja nýtt HCFC-22 í Føroyum
Umhvørvisstovan hevur í ár spurt innflytararnar, hvør, ið keypir HCFC-22, sum eisini er kent undir navninum Freon. Úrslitið er, at 68% av innflutninginum av HCFC-22, varð selt til føroysk skip, 17% vórðu seld til útlendsk skip, meðan 14% vórðu nýtt til onnur endamál á landi. HCFC-22 verður bert nýtt í køliskipanum.
Innflytararnir vórðu eisini spurdir um innflutta HCFC-22 var nýframleitt ella endurvunnið og har var svarið púra greitt. Talan er einans um nýframleitt freon. Endurvunnið freon kostar tríggjar til fýra ferðir so nógv sum nýtt freon.
Tann lági prísurin er helst ein orsøk til, at Føroyar brúka so nógv ozonoyðandi evni samanborið við grannalondini. Í t.d. Danmark og Grønlandi er als ikki loyvt at fylla køliskipanir við nýggjum HCFC-22, tí har er bert loyvt at selja endurvunnið. Í Føroyum er einki slíkt krav, og tí eru pengar at spara hjá teimum, sum keypa freon í Føroyum.
Tilmæli um nýggjar reglur
Dagurin í dag, 16. september, er altjóða ozon dagur. Umhvørvisstovan hevur nýtt høvið at mæla landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum til, at reglur verða gjørdar, sum minka um føroyska útlátið av ozonoyðandi evnum. Landsstýriskvinnan hevur tikið undir við tilmælinum og tí verður ferð sett á arbeiðið at:
• Implementera Montreal protokollina í føroyska lóggávu.
• Seta í gildið kunngerð, sum tálmar útláti av ozonoyðandi evnum umborð á skipum.
• Gera reglur um útfasing av HCFC-22
• Gera reglur um, at einans skal vera loyvt at nýta endurvunnið HCFC-22, og um tapping av kølievni.
Les meira um Montreal protokollina her og ozonoyðandi evni her.
Meira fæst at vita við at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen, umhvørvisviðgera á tlf. 342400.