Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Stockholm+50: Átrokandi tørvur á umhvørvis- og veðurlagsátøkum

Sameindu Tjóðir skipaðu í døgunum 2. – 3. juni fyri altjóða ráðstevnu í Stokkhólmi, har úrslitini á umhvørvisøkinum seinastu 50 árini vóru hátíðarhildin og nýggj mál sett út í kortið.

Í farnu viku var ST ráðstevnan Stockholm+50 hildin í svenska høvuðsstaðnum. Umleið 3000 fólk luttóku á ráðstevnuni, harímillum Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni. Endamálið við ráðstevnuni var at hátíðarhalda, at 50 ár eru liðin, síðan 113 lond undirskrivaðu umhvørvisyvirlýsingina hjá ST, sum staðfesti umhvørvismál sum eitt av týdningarmestu málunum á altjóða politiska pallinum. Eisini skuldi støðan gerast upp og nýggj mál setast út í kortið.  

Síðan yvirlýsingin var kunngjørd fyri 50 árum síðani, er nógv hent á økinum. Vit kunnu millum annað hátíðarhalda, at heimurin hevur staðið saman um at útrudda framleiðsluna av blýkendum brennievnum, vart fleiri enn 38.000 djóra- og plantusløg og bøtt um holið í osonlagnum. Eisini er altjóða handilin við kyksilvuri avmarkaður, vandamikil kemisk evni eru bannað, og prísirnir á varandi orku lækkaðir. 

Men umhvørvis- og veðurlagsátøk eru eisini alsamt vorðin meira átrokandi seinastu árini. Kjakið undir Stockholm+50 staðfesti enn einaferð týdningin av, at átøk verða sett í verk bæði á landsstøði og altjóða, og at tørvur er á bæði insitamentum og politikki, fígging og stuðli til burðardygga menning.  

Svøríki og Kenya vóru vertir fyri ráðstevnuni, og tóku umboð fyri hesi londini samanum síðsta dagin. Mælt varð millum annað til at samtykkja grundleggjandi broytingar, tá tað kemur til hugburð, vanar og atburð. Staðfest varð, at ein sunn gongustjørna, har menniskju hava tættari samband við náttúruna, er fortreytin fyri allari vælferð og framburði í einum og hvørjum samfelag. 

Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni fegnast serliga um, at dentur varð lagdur á fjølbroytta umboðan í umhvørvisarbeiðinum, at nýggj mál vórðu sett fyri náttúru og margfeldi, og at ST-aðalskrivarin nevndi náttúruloysnir í røðu síni. Harumframt var ein rúgva av íblástri at heinta um náttúrupositivan búskap, náttúrurættindi, 1,5 livihátt og mangt annað. 

Til ber at lesa fleiri tilmæli frá ráðstevnuni her: Key Messages and Recommendations – Formatted.pdf (unep.org) 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, Jónu Ólavsdóttir, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost JonaO@us.fo