Statoil fingið útleiðingarloyvi
Umhvørvisstovan gav hin 4. juni 2012 Statoil loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium í sambandi við boring av leitibrunninum Brugdan II

Boringin er í loyvi 006 á knattstøðu 61°15’42.75’’ N og 04°59’ 48.93’’ V, umleið 100 km í ein landsynning úr Føroyum. Dýpið, har borað verður, er umleið 484 m. Sí kort her.
Boringin er ætlað at byrja um hálvan juni 2012 og er mett at taka í mesta lagi 131 dagar, íroknað at flyta boripallin á staðið, at bora og læsa brunnin og at flyta pallin av staðnum. Boripallurin COSL Pioneer verður nýttur til boringina.
Loyvið fevnir um nýtslu og burturbeining av kemikalium, sum verða brúkt í sambandi við boringina.
Í viðgerðini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tey loyvdu kemikaliini ikki eru seint niðurbrótilig í náttúruni, ikki upphópast í livandi verum og ikki eru eitrandi. Í loyvinum eru harumframt settar treytir um botnkanningar nærhendis brunninum, bæði áðrenn og aftaná boringina, um umhvørvisstýring, viðgerð av burturkasti, o.a.
Les meira um frálandavirksemi her
Loyvið kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudagin 20. juni 2012.
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.