Statoil fingið loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium
Umhvørvisstovan hevur hin 27. juni 2014 givið Statoil loyvi til nýtslu og burturbeining av kemikalium í sambandi við boring av leitibrunninum Súla-Stelkur.
Boringin byrjar um mánaðarskiftið juni-juli 2014. Boripallurin West Hercules verður nýttur til boringina. Loyvið fevnir um nýtslu og burturbeining av kemikalium, sum verða brúkt í sambandi við boringina. Í viðgerðini hevur Umhvørvisstovan lagt dent á, at tey loyvdu kemikaliini ikki eru seint niðurbrótilig í náttúruni, ikki upphópast í livandi verum og ikki eru eitrandi. Í loyvinum eru harumframt settar treytir um botnkanningar nærhendis brunninum, bæði áðrenn og aftaná boringina, um umhvørvisstýring, viðgerð av burturkasti, o.a.
Ein ensk útgáva av loyvinum er her.
Les meira um frálandavirksemi her.
Loyvið kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Fiskimálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 25. juli 2014.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á tlf. 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo