Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Starv sum samskipari leyst

Norðurlendska ráðharraráðið søkir í hesum døgum eftir samskipara til MEG (Miljo- og ekonomigruppen), sum er norðurlendskur arbeiðsbólkur, sum arbeiðir við evnum innan umhvørvi og búskap, at byrja í februar 2015. Umsóknarfreistin er 9. januar 2015.

 

MEG er ein tvørsektorellur bólkur, sum fær uppgávur frá bæði umhvørvis- og  búskaparsektorinum innan norðurlendska ráðharraráðið. Bólkurin arbeiðir m.a. fyri at styrkja samstarvið um umhvørvi og búskap í norðurlondum, m.a. við at seta í verk ymiskar verkætlanir innan evnið.

Arbeiðið hjá samskiparanum er at standa fyri dagliga arbeiðinum í arbeiðsbólkinum, at fyrireika fundir, at samskipa og at vera við til at fremja verkætlanirnar. Samskiparin hevur eisini javnan fund við samskipararnar í hinum arbeiðsbólkunum innan norðurlendska umhvørvissamstarvið.

MEG, sum er mannaður við limum úr flest øllum Norðurlondum, heldur fundir tvær ella tríggjar ferð um árið, upp á skift í øllum Norðurlondum.

Samskiparin verður settur í starv hjá einum myndugleika í einum norðurlandi. Verður ein føroyingur settur í starv, kann hann verða settur í starv á Umhvørvisstovuni.

Sí lýsing her: https://norden.emply.net/recruitment/VacancyAd.aspx?vacancyId=222