Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Starv leyst at søkja

Umhvørvisstovan søkir eftir verkfrøðingi, lívfrøðingi ella líknandi til tíðaravmarkað starv

Av tí at eitt av okkara starvsfólkum fer í barnsburðarfarloyvi, søkja vit eftir fólki til tíðaravmarkað starv. Starvið fatar í stóran mun um eftirlit við serliga dálkandi virkjum, og annað fyrisitingarligt arbeiði innan karmarnar í umhvørvislóggávuni.

Tú kemur at arbeiða á deildini Vernd, sum fyrisitur lóggávu á umhvørvisøkinum. Á deildini starvast seks fólk.

Førleikar
Starvið er fjølbroytt og er bæði fakliga og persónliga avbjóðandi. Skikkað til starvið eru tey, sum hava lokið prógv innan verkfrøði, umhvørvistøkni, náttúruvísind e.l.

Vit sóknast eftir einum fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum, sum sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at samstarva, hevur kunnleika til edv-skipanir og hevur góð evni til at samskifta við onnur, bæði í skrift og talu. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan fyrisiting, kortleggingar og GIS. Koyrikort til bil er ein treyt.

Setan
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvstíðarskeiðið er 15. august 2010 og fram til 30. apríl 2011. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn, saman við prógvum, CV o.l., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi innan 12. juli 2010.

 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Vernd á tlf 232442 ella t-post JohannaO@us.fo