Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Sproytikabina umhvørvisgóðkend

Hin 8. februar 2011 varð sproytikabinan hjá SP/F Lakkering á Hoyvíksvegi 61 umhvørvisgóðkend

Lakkering er eitt lakk-verkstað og virksemið fevnir um umvælingar av skaðum á bilar og lakkering av bilum, møblum o.ø. Les meira um SP/F Lakkering her.

 
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at virkið ikki elvir til ampar í nærumhvørvinum. Eisini er dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka luftdálking. Tí eru treytir settar til reinsing av luftútlátinum frá sproytiukabinuni á virkinum.
 

Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her

Almenna lýsingin av góðkenningini hjá SP/F Lakkeringi er her

Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.

 

Góðkenningin kann kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi hósdagin 10. mars 2011.
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, umhvørvisviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo