Spilloljuverk umhvørvisgóðkent
Umhvørvisstovan hevur hin 8. mai 2013 umhvørvisgóðkent nýggja spilloljuverkið og nýggju móttøkuna av vandamiklum burturkasti hjá I.R.F. á Hagaleiti.
I.R.F. hevur bygt nýtt spilloljuverk og gjørt nýggja móttøku til skiljing og goymslu av vandamiklum burturkasti á Hagaleiti, sum nú hevur fingið umhvørvisgóðkenning.
Virksemið á spilloljuverkinum er at móttaka spillolju, tungoljuslam, oljudálkað vatn og annað oljudálkað tilfar.
Vandamikið burturkast verður savnað inn og skilt, og verður ein partur sendur til viðgerðar uttanlands.
Bilar hjá I.R.F. kunnu avheinta spillolju og vandamikið burturkast. Eisini kunnu kundar sjálvir koma við tí. Spilloljan verður reinsað og brúkt sum brenniolja á størri virkjum.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, og at innaneftirlit, umhvørvisstýring og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum. Harafturat skulu dálkingaravmarkandi tiltøk setast í verk, um óhapp henda.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 10. juni 2013.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo